Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32

Upplivingar á Sandoynni

Sandoyggin hevur hópin av spennandi og ógloymandi útferðum at bjóða okkara ferðandi

Sandoyggin er fimtstørsta oyggin í Føroyum, og á einari vídd á 112 km², hevur oyggin ein hóp av útferðarmøguleikum at bjóða ferðandi. Eitt nú er siglitúrur runt Skúvoynna, har siglt verður undir fuglabjørgini við bátabyggjaranum Jóan Petur Clementsen. Ert tú ikki til sjóvarfallið, so er væl møguligt at fara gongutúr við ferðaleiðara runt í Sandoynni.

 

Nærri kunning og bílegging av túrum og annað

Kunningarstovan á Sandoynni

Tlf. 222078 / t-postur: info@visitsandoy.fo / heimasíða: visitsandoy.fo/upplivingar/

Gongutúrar

Gongutúrar

Gongutúrur millum Skálavík og Húsavík

Tíð: uml. 2 tímar

Hesin túrur er góður til tey flestu. Hann er lættur-miðal, og alt eftir hvat tit hava mest áhuga í, kunnu tit læra meira um Húsavík og/ella Skálavík. 

 

Gongutúrur av Skarvanesi til Dals

Kann setast saman við kvøldsetu ella drekkamunni í Dali.

Tíð: Gongutúrur tekur uml. 3,5 tíma. Kvøldsetan tekur uml. 2 tímar. 

Eitt tað besta á hesum túri er vakra útsýnið móti sunnastu oyggjunum, og útsýnið yvir Dals bygd. Túrurin er miðal-torførur. Túrurin niðan á, av Skarvanesi, kann kennast tungur. Til ber eisini at byrja túrin í Dali, har er kennist brekkan lættari. 

Tað er upplagt at enda túrin við føroyskari kvøldsetu í Dali. Her siga dalbingar frá søgu, sagni ella ævintýri og sungi verður meðan tey spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali. Til ber at bíleggja kalt borð ella døgurða í samband við kvøldsetuna. 

Søguligir túrar

Bygdatúrur í Húsavík 

Tíð: 1 tími

Húsavík er millum elstu bygdir í landinum, og er tí eisini ein søgurík bygd. Her livdi Húsfrúgvin um ár 1400, og toftirnar frá hennara tíð síggjast enn. Eitt, sum sermerkir Húsavík , er tær nógv grótlagingarnar. Einir 10 kilometrar av gørðum, sum eru í góðum standi, gróthús ymstastaðni í bygdini, og sjónligast eru gróthúsini á Tumbakka. 

 

Fornfrøði á Sandi, Sands kirkja og bygdasavnið Norðara Koyta

Tíð: 1,5 tími (1 tími um vit vitja tvey støð í staðin fyri trý)

Elstu prógv fyri búseting í Føroyum vóru funnin í útgrevstrinum á Sondum í 2007. Tá var staðfest at her høvdu fólk búleikast longu í 4.-6. øld. Á hesum túri hoyra vit meir um fornfrøði á Sandi. Eisini vitja vit kirkjuna, ið er vígd í 2839. Hetta er 6. kirkjan á Sandi á júst sama staði, og bæði søgan um kirkjuna og økið rundanum er sera áhugaverd. Nógvar rannsóknir eru gjørdar í økinum og nógv er funnið. 

Í norðaru Koytu er Bygdasavnið. Húsini eru bygd í 1812. Lutir av ymiskum slag, sum hoyrdu tíðini til eru savnaðir, so har ber til at síggja hvussu fólk hava búleikast í fyrru helvt av 19. øld. 

 

Søgan um gomlu telefonstøðina, ið nú er Kafe Breiðateig

Tíð: uml. 1 tími, søga og drekkamunnur ella frokost

Brellbiti: Mitt í bygdini liggur hugnaliga matstovan Kafe Breiðteig. Á Breiðateig var telefonstøð í gomlum døgum. Húsini eru sjálvandi broytt nakað, nú tey eru riggaði um til Kafe, men endurnýtsla og burðardygd er nakað sum vertirnir leggja dent á. Tað sæst millum annað á borðunum, sum eru gjørd burturúr gomlum innhurðum, við beinum av rekaviði úr Húsavík. 

Mentanartúrar

Mentanartúrar

Bygdatúrur í Skálavík

Tíð: 1 tími

Skálvíkin hevur fostra hópin av mentafólki, listafólki, rithøvundum og yrkjarum. Innarliga í bygdini, tætt við barnaheim hansara,  er minnisvarði reistur yvir Heðin Brú. Á hesum túri hoyra vit meir um rithøvundarnar.

Eisini vitja vit Skálavíkar kirkju, ið varð vígd í 1891. Í kirkjuni eru m.a. træskurðirnir, sum Tróndur á Trøð gjørdi. Teir eru 12 í tali og ímynda lærusveinarnar. Í kirkjuni er eisini elsta pípuorglið í landinum. Tað var upprunaliga í Tvøroyrar kirkju. 

Alternativt: Vit vitja gamla handilsbygninginum á Mølini. Elsti parturin av bygninginum er frá 1880’unum tá Valdemar á Mølini byrjaði at handla í Skálavík. Summarið 2018 lat kafein á Mølini upp, og er sera vælumtókt millum bæði bygdafólk og ferðandi. 

Siglitúrur/fiskitúrur við Hvíthamri

Vitjandi eiga at unna sær eitt minniligt upplivilsi við bátinum M.S. Hvíthamar, har tit síggja vøkur fuglabjørg og stórslignar drangar!

Bátasmiðurin Jóan Petur Clementsen, ið sjálvur hevur smíðað bátin, er ferðaleiðari umborð.

Siglt verður runt Skúvoynna ella vestanfyri bjørgini í Sandoynni. Eisini ber til at fara runt St. Dímun. Tit hava ríkan møguleika at uppliva fugl í hópatali og eitt sera fjølbroytt fuglalív. Í bjørgunum er millum annað lomvigi, lundi, skarvur, havhestur og álka. Ofta sæst sovandi kópur og á hásumri síggjast mangan nísur spæla sær í sjónum.

Minst til:

  • Farið verður úr Sands havn
  • Hav heit klæðir við

 

Fiskitúrur við Hvíthamri (max 6 pers.)

2 tímar: kr. 1.200

Hálvan dag: kr. 1.850 

Heilan dag: kr. 3.200 

 

Siglitúrur við Hvíthamri (3 tímar)

Fyri hvønn (upp til 12 fólk): kr. 300

Síging

Til ber at síga 200 metrar niður, í 300 metra hædd, vestanfyri á Sandoynni. Staðið eitur Lonin. Hetta er ein heilt serlig uppliving, har tú sleppur av sita mitt í fuglalandinum í berginum tá tú ert komin niður í hædd. Útsýnið til drangarnar er eisini heilt einastandandi. Føroyskur matpakki og drekkamunnur er við í pakkanum. 

Tíð: frá kl. 10.30 til uml. 16.00 

Fyri hvønn: kr. 1.200 (min. 4 fólk ella kr. 4.800)

Riggar best um tað ikki eru fleiri enn 12 luttakarir, tí annars verður bíðitíðin ov long. 

Kvøldseta í Dali

Í Dali skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði. Har savnast børn, ung, tilkomin og gomul at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl. Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali.

Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera.

Tíð: uml. 2 tímar

Kvøldseta og kalt borð (føroyskur viðskeri) fyri hvønn: kr. 480 

Kvøldseta og døgurði (føroyskt lamb) fyri hvønn: kr. 600 

Søvn

Listasavnið á Sandi 

Tíð: 45 min.

Listasavnið er savnið, sum heimasandsmaðurin Sofus Olsen hevur givið Føroya fólki at vitja heima á Sandi. Eitt frálíkt savn við úrvaldari list eftir Janusi Kamban, S.J. Mikines, Ingálvi av Reyni, Jack Kampmann, Frimod Joensen o.fl. J.P. Gregoriussen arkitektur hevur teknað Listasavnið. Savnsleiðarin (og sniðgevin) Frida Poulsen gevur tykkum persónliga rundvísing á savninum.

Prísur fyri hvønn: kr. 60 

 

Bygdasavnið norðara koyta á Sandi

Í Koytu er gomul búseting á Sandi. Í skjølum sæst, at fólk hava búð her í 1584. Í norðaru Koytu er Bygdasavnið. Tað var Hanus Jóhannesarson, seinni nevndur Hanus í Koytu, sum bygdi húsini í 1812. Orðið Koyta merkir kulla ella lægd. Í 1988 keypti Sands Bygdasavn húsini. Tey eru síðani høvuðsumvæld, og lutir av ymiskum slag, sum hoyrdu tíðini til, eru savnaðir, so tað nú ber til at síggja hvussu fólk hava búleikast í fyrru helvt av 19. øld.

Prísur fyri hvønn: kr. 30

Veltan á Sandi

Tíð: 30-45 min.

Veltan er eitt spennandi átak, sum sandingar eru farnir undir. Veltan fæst við grønmetisframleiðslu, og er skipað sum áhugafelagð. Har verður í dag dyrkað nógv grønmeti, sum fyri bara fáum árum síðandi var heilt óhugsandi at dyrka í Føroyum. Millum kundarnar hjá Veltuni eru tær bestu matstovurnar í landinum, tí dygdin og smakkurin eru heilt framúr. Her læra tit um grønmetisframleiðslu og hoyra um visiónirnar ið Veltan hevur fyri framtíðina. 

Prísur fyri hvønn fyri teir fyrstu 10 gestirnar: kr. 100 

Hareftir er prísurin 50 kr. fyri hvønn. Minsti prísur er 800 kr.

Leigan av bussi

At leiga buss millum bygdir úr kr. 625 hvønn túrin.

Um bussurin skal “fylgja” ferðalagnum er prísurin hægri. 

Ferðaleiðarar

Túrar við ferðaleiðara kosta min. 2 tímar, tvs. úr kr. 840 (tímaprísurin er kr. 420 frá 1. januar 2019).

Melda til tíðindabræv

Hevur tú spurningar?