Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32

Treytir og kunning

Gjaldstreytir

Bókingar skulu rindast við bílegging.

 

Avlýsingar

Um avlýst verður 14 dagar ella meira fyri komu, verður full upphædd afturgoldin.

Um avlýst verður minni enn 14 dagar fyri komu, hevur Hotel Skálavík rætt til at rokna sær allan prísin fyri uppihaldið.

 

Bólkar

Um tit eru 10 ella fleiri, ið bíleggja saman, so verður hetta lýst sum ein bólkur. Vinaliga sí okkara bólkatreytir.

 

Koma og fráferð

Koma er eftir kl. 14.00. Um tit koma seinni enn kl. 21.00, verða tit vinarliga biðin um at siga frá umvegis reception@hotelskalavik.fo ella við at ringja 23 59 32. 

Fráferð er kl. 10.00. Um so er at vit ikki skulu brúka kamarið dagin eftir, so ber til at bíða við fráferðini til kl. 12.00 ella seinni. Hetta kann avtalast við starvsfólki á staðnum.

 

Morgunmatur

Í kamarsprísinum er morgunmatur íroknaður. Morgunmatur er frá kl. 08.00 – 10.00 hvønn morgun.

 

Tráðleyst internet

Ókeypis tráleyst internet er á hotellinum.

 

Royking

Øll kømur og høli á Hotel Skálavík eru roykfrí, tó ber til at roykja uttanfyri. Verður hetta ikki tikið fyri fulla virðing, fær viðkomandi eina rokning á kr. 3.000 fyri reingerðing.

 

Hundar

Til ber ikki at hava hundar á hotellinum.
Verður hetta ikki tikið fyri fulla virðing, fær viðkomandi eina rokning á kr. 3.000 fyri reingerðing.

 

Parkering

Hotel Skálavík bjóðar ókeypis parkering.

 

Súkklur og heitan pott

Hotel Skálavík hevur súkklur og heitan pott til leigu. Vinaliga sí heimasíðu okkara fyri prísir hotelskalavik.fo/grillsmattur-o-a 

 

Viðføri

Hava tit tørv á hjálp viðvíkjandi viðførinum, ber til at ringja á tlf. 23 59 32, og fáa eina hjálpandi hond við viðførinum.

 

Barnasong

Til ber at bíleggja barnasong til kamarið uttan kostnað.

 

Serligan tørv

Um tú hevur serligan tørv á mati ella eru ovurviðkvom, verður tú vinarliga biðin um at upplýsa hetta við bílegging. 

 

Drekkivørur

Legg til merkis, at tað er bannað at takað egnar drekkivørur við á Hotel Skálavík. Til ber at keypa drekkivørur í móttøkuni á hotellinum. Um hesar treytir ikki verða hildnar, loyva vit okkum at takað drekki vørurnar frá fólki. 

 

Flyting gjøgnum bankan

Vinaliga viðmerk bíleggingarnummar við bankaflyting
Eik Banki 9181 0004819944
SWIFT / BIC kota: EIKB FO TF
IBAN kota: FO69 9181 0004 8199 44

 

Vakt telefon

Gistandi gestir, ið hava átrokandi boð um náttina, kunnu fáa fatur á náttarvaktini umvegis telefon +298 235935.

Bólkatreytir

Melda til tíðindabræv

Hevur tú spurningar?