Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32
HotelSkalavik - Vinkonutúrur til Skálavíkar í vetur

Vinkonutúrur til Skálavíkar í vetur

Frálíka tilboði er galdandi hvønn fríggjadag og leygardag til og við 28. apríl 2018!

Kom ein túr til Skálavíkar við vinkonunum og hugnið tykkum saman í ein dag. Her fáa tit eitt gott kvøld, góðan mat og hugna í frálíkum umstøðum. Byrjað verður við einum góðum vælkomstdyrkki, og síðani eru grillsmátturnar klárar, kolið er kynt og roykurin ferðast úr grillsmáttunum - nú mangla bert tú og tínar vinkonur. Her fáa tit ein dygdargóðan Pluss grillpakka, sum tit grilla sjálvar. Sí innihald her

Íroknað er ein nátt í familjukamari til 3-4 vinkonur við dupultsong og koyggjusong.

 

Vit hava eitt sera gott hugskot, um hvussu tykkara dagur kann leggjast tilrættis:

  • Koma til Skálavíkar fríggjadag ella leygardag seinnapart. Sí ferðaætlan hjá Teistanum her.
  • Vælkomstdrykkur í matstovuni.
  • Hugni og góður matur í okkara frálíku grillsmáttum.
    • Bílegg smáttu kl. 17.30 til 20.30 ella 21.00 til 00.00.
  • Gerið tykkum dælt av heita uttandura pottinum, annaðhvørt áðrenn ella eftir døgurða.
  • Barrin er opin
  • Morgunmatur
  • Kl. 10.00 morgunin eftir kekka tit út. 

Heiti uttandura potturin er upplagdur til høvið. Prísur fyri allan pottin í ein tíma er kr. 250.

Vit hava avmarkað pláss, so tað ræður um at skunda tær at bíleggja.

 

Prísur fyri hvønn

Tá 3 ella 4 gista saman í fýramanskamari: 

úr kr. 599

 

Íroknað:
  • Gisting í eina nátt annaðhvørt fríggja- ella leygarkvøld 
  • Vælkomstdrykkur
  • Grillpakki Pluss. Sí innihald her
  • Morgunmatur

Ring og bílegg á

34 59 00

Heitur pottur

Heitur pottur

Uttanfyri á Hotel Skálavík ber til at njóta eina løtu í heita pottinum, sum hevur pláss fyri 7 fólkum.

Heitur pottur
Súkklur til leigu

Súkklur til leigu

Súkklurnar kunnu leigast í móttøkuni fyri kr. 99 fyri 3 tímar. Eyka tími kr. 49. Eitt depositum á kr. 500 skal rindast við útleigan.

Melda til tíðindabræv

Hevur tú spurningar?