Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32

Tilboð til eldri

Smyril Line - Tilboð til eldri

Tilboð til eldri

Í oktobur og novembur hava vit eitt tilboð til eldri við gisting, morgunmati, miðmála og døgurða fyri einans kr. 695

Ert tú 60 ár ella eldri? Ert tú í einum eldrafelag, bindiklubba, kortklubba ella ynskir tú at hugna um dagarnar saman við tínum maka ella vinfólki, so kunnu vit bjóða eitt gott og hugnaligt uppihald hesa vetrartíð. 

Á Hotel Skálavík eru góðir møguleikar fyri hugna. Ynskir tú at spæla bridge, taka stokkarnar fram, dusa tær í heita pottinum ella fara ein gongutúr, so er Hotel Skálavík og Sandoyggin rætta staðið til tess. 

Hotel Skálavík er eitt væl røkt nýmótans hotell á einum av vakrastu plássum í Føroyum. 
Sandoyggin er heilt serlig. Her eru náttúruperlur sum Søltuvík, mentanarupplivingar sum Listasavnið á Sandi og her er ein tann besta strondin í landinum. 

Við hesum frálíka tilboðið verður gist á Hotel Skálavík eina gerandisnátt (mánadag til hósdag). Um kvøldi er matskrá við tveimum rættum - morgunin eftir er morgunbuffet og síðan ein góður miðmáli á middegi. 

Tilboðið er galdandi í eina nátt, gerandisdagar mánadag til hósdag í oktobur og novembur. 

Sí ferðaætlanina hjá teistanum her

Tilboðsprísur

 

Fyri hvønn í dupultkamari: 

kr. 695

 

Eyka fyri einakamar:

kr. 200

 

Íroknað:
  • Kamar í eina nátt
  • Morgunmatur
  • 2-rætta matskrá um kvøldið
  • Miðmáli næsta dag 

Ring og bílegg á

34 59 00

Melda til tíðindabræv

Hevur tú spurningar?