Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32
Smyril Line - Sunnudagstilboð við gisting

Sunnudagstilboð við gisting

Íroknað: Gisting, morgunmatur, grillsmátta við grill pakka til 4 fólk og 1 tími í heitum potti.

Hvønn sunnudag til mánadag hava vit eitt sera gott summartilboð til familjur.

Tilboðið er galdandi hesar dagar í juli 16. - 17. / 23. - 24. / 30. - 31.

og hesar dagar í august 6. - 7. / 13.  - 14. / 20. - 21. / 27. - 28.

Á Hotel Skálavík kunnu tit hugna tykkum sum familja. Her er alt, sum børnunum tørva til rørslur, og til foreldrini ella ommur og abbar hava vit hugnakrókar har til ber at fáa sær ein góðan kaffimunn, spæla borðspøl ella eitthvørt annað. Heiti potturin og grillsmátturnar eru eitt stórt "hitt" hjá bæði ungum sum eldri, og tískil hava vit valt at hava hetta íroknað í tilboðnum. Á Hotel Skálavík, hava vit eisini eina frálíka matstovu, um tit kundu hugsa tykkum at komið til frokost eisini.

Njót góðar og hugnaligar dagar á Hotel Skálavík, sum er eitt nútímans og væl røkt hotel á einum av vakrastu støðunum í Føroyum. 

 

Bílegg pláss á tlf. 34 59 00 ella skriva á booking@hotelskalavik.fo.

Í ávísum tíðarskeiðum er avmarkað pláss, tískil viðmæla vit,
at tú bíleggur skjótast møguligt, um tú vilt tryggja tær pláss eitt ávísar dagar.

Prísir

2 vaksin og 2 børn kr. 1.990,-

Eyka uppreiðing: 
Børn (3-11 ár) kr. 200
Vaksin kr. 300

Ynskir tú aðrar samansetingar av prísinum? So er at seta teg í samband við okkum.

Fráferð ( ): 29.03
Íroknað:

Bílegg á tlf. 345900