Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  

Páskatilboð

Smyril Line - Páskatilboð

Páskatilboð

Kom ein túr til Skálavíkar á páskum 

Í páskadøgunum 12.-22. apríl hava vit eitt heilt serligt tilboð. Vit bjóða gisting í tríggjar nætur, og tit rinda bert fyri tvær. Við í prísinum er sjálvandi eisini morgunmatur. 
 
Eru tit til dømis 2 vaksin, ið ferðast saman og gista í dupultkamari, so spara tit 895 kr. Eru tit ein barnafamilja, 2 vaksin og 2 børn millum 3-11 ár og gista í familjukamari, spara tit kr. 1.295. 

Aðrar prísir finna tit við at vitja okkara bíleggingarsíðu her á heimasíðuni ella við at ringja ella skriva til okkum. 

 
Upplivingar á Sandoynni

Sandoyggin hevur mangt ymiskt at bjóða bæði einstaklingum, pørum og barnafamiljum. Tit kunnu millum annað vitja søvnini í oynni, fara ein hugnaligan gongutúr, royna ein túr í kajakk á Sandsvatni ella heilsa uppá neytini hjá bóndanum Poul. Sí heimasíðuna hjá Visit Sandoy www.visitsandoy.fo og fáið íblástur til upplivingar í Sandoynni. Kanska ein túrur til Skyvjar kann freista? 
 

Bílegging

Tilboðið á Hotel Skálavík kann bíleggjast á netinum, við at ringja 345900 ella við at senda okkum ein teldupost booking@hotelskalavik.fo 

 

Hugni í grillsmáttunum

Fyri at gera uppihaldið á Hotel Skálavík enn meira spennandi mæla vit tykkum til at royna okkara hugnaligu grillsmáttur íroknað vælsmakkandi og dygdargóðar grillpakkar, sum innihalda ymiskt leskiligt. Les meira um grillsmátturnar her.

 

Heitur pottur

Eisini kunnu vit viðmæla okkara heita uttandura pott, sum stendur fjálgt og gott millum tí einu lonina og lítla fundarhølið, við útsýni yvir grønu fløtuna og grillsmátturnar. Prísur pr. tíma er kr. 295. Set teg í samband við okkum og bílegg tykkum tíð til heita pottin. ​

 

Vit gleða okkum til at síggja tykkum á Hotel Skálavík á páskum.

 

Tilboðsprísur fyri kamarið í 3 nætur

 

Einkultkamar:

úr kr. 1.590 

Spar kr. 795

 

Dupultkamar:

úr kr. 1.790

Spar kr. 895

 

Familjukamar (2 vaksin og 2 børn 3-11 ár):

úr kr. 2.590

Spar kr. 1.295

 

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Eyka uppreiðing:

  • Barn (3-11 ár): úr kr. 400
  • Vaksin: úr kr. 600 

Ring og bílegg á

34 59 00

    Melda til tíðindabræv

    Hevur tú spurningar?