Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32
HotelSkalavik - Jólaborðhald 25. november (ÚTSELT)

Jólaborðhald 25. november (ÚTSELT)

Felagsangur · Gestarøðarar · Dansur  · Matur

Kom við bindiklubbanum, arbeiðsplássinum, vinfólkum, familjuni ella onkrum heilt øðrum til árliga jólaborðhaldið á Hotel Skálavík tann 25. november kl. 19.

Til borðhaldið verður felagsangur og undir borðhaldinum koma Ingimar Thomsen og Poul Klementsen at undirhalda.

Íroknað prísin er vælkomudrykkur og 3 rættað matskrá. Til ber at keypa sodavatn, øl og vín til matin og barrin verður eisini opin aftaná borðhaldið.  

Matarskráin til jólaborðhaldið verður hendan:

  • Forrættur: Laksarullir
  • Høvuðsrættur: Dunna og fleskasteik v/ brúnkaðum og vanligur eplum, reyðkál og sós
  • Omaná: Rís a la mandel

Eftir borðhaldið er dansur á Hotel Skálavík. Ravnar spæla og dansurin er almennur. Kostnaðurin fyri dansin er kr. 150. 

Orkar tú ikki alla ta langu leiðina heim eftir veitsluna er upplagt at gista hjá okkum.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Hotel Skálavík.

Set teg í samband við okkum á tlf. 34 59 00 ella skriva á booking@hotelskalavik.fo

Borðhaldið skal rindast við bílegging. Um avlýst verður minnið enn 14 dagar áðrenn jólaborðhaldið, ber ikki til at fáa peningin aftur.  

Prísur fyri hvønn

Jólaborðhald kr. 499

Dansur kr. 150

 

Eyka fyri gisting

Einakamar kr. 695

Dupultkamar kr. 795

 

Íroknað:

Ring og bílegg á

34 59 00