Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32

Tænara- og móttøkufólk til Hotel Skálavík

29.01.2019

Tænara- og móttøkufólk til Hotel Skálavík

Talan er um eitt starv á umleið 20 til 30 tímar um mðr. við vikuskiftisvaktum annað hvørt vikuskifti.

Vit sóknast eftir einum tænara- og móttøkufólki til Hotel Skálavík at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt starv á umleið 20 til 30 tímar um mðr. við vikuskiftisvaktum annað hvørt vikuskifti. Tað ber væl til at hava hetta arbeiðið saman við t.d. skúlagongd.

 

Tá ið summartíðin byrjar í apríl/mai, verður møguleiki at taka fleiri vaktir. Hetta verður avtalað í samráð við tín nærmasta leiðara.

 

Uppgávur

·         Inn- og útrita gestir okkara í móttøkuni

·         Takað ímóti borð bíleggingum í móttøkuni og via telefonina

·         Tætt samstarv við bókingartoymi, ið bókar fundarpakkar, kømir og grillsmáttur/hitapott. Bókingartoymið veitir tær dagført yvirlit av øllum bíleggingunum á hotellinum

·         Veita góða tænastu til gestir okkara í móttøkuni og innan okkara ymisku veitingar; m.a. fundarhølir, grillsmáttur og hitapott

·         Servera í matstovu okkara

·         Ábyrgd av at gera klárt- og avrudda matstovu, fundarhølir og grillsmáttur. Tað er týdningarmikið at tú samskipar hetta væl við bókingartoymið

·         Annað fyrifallandi arbeiði

Ert tú fylt/fyltur 18 ár, kemur tú eisini at skeinkja í matstovu okkara.

 

Vit bjóða

Vit taka væl ímóti tær og tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum kunnu læra teg upp. Tú verður partur av einum góðum toymi har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

 

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir starvsfelaga, ið eru tænastusinnað/ur, nærverandi, álítandi og hevur eitt ynski um at veita bestu tænastu til okkara gestir.

 

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Starvið verður sett skjótast gørligt. Freistin at søkja starvið er 1. Marts 2019.

 

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Brian V. Joensen á tlf. 235931 ella teldupost brian.j@hotelskalavik.fo.

 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er ferðafólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna, harumframt fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og flutningsfyritøkuna OCD. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík, hevur yvirtikið Hotel Hafnia og er í holt við at byggja nýtt hotel á Oknarvegnum.

Tøk størv í løtuni

Melda til tíðindabræv

Hevur tú spurningar?

  • Høvuðsnummar: 34 59 00
  • Matstovan: 23 59 32
  • booking@hotelskalavik.fo
  • Facebook