Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32
Smyril Line - Legur

Legur

Hotel Skálavík hevur sera góðar karmar at hýsa skúlabólkum, legum, ítróttarliðum og øðrum.

Hotel Skálavík hevur sera góðar karmar at hýsa skúlabólkum, legum, ítróttarliðum og øðrum.

Eru tit tildømis eitt ítróttarlið, sum skal á venjingarlegu, so hevur Hotel Skálavík karmarnar til gisting og máltíðir og Sandoyggin hevur karmarnar at venja í. Á Sandi er sera snotilig høll til innandura aktivitetir, og uttanfyri er stórur fótbóltsvøllur til uttandura aktivitetir. Ynskja tit at gera brúk av náttúruni, er hópur av møguleiki til tess á stóru oynni.

Vit hava sett eitt legutilboð saman til tykkum. Tilboðið er galdandi mitt í viku.

Við hesum frálíka tilboðið verður gist á Hotel Skálavík eina gerandisnátt (mánadag til hósdag) í deildum 4-manskamari. Um kvøldi er pitsabuffet íroknað kips og ein sodavatn - morgunin eftir er morgunmatur og síðan frokostbuffet. Fara tit útferð, ber til at fáa ein matpakka ístaðinfyri at eta frokost á hotellinum. 

Set teg í samband við okkum á tlf. 34 59 00 ella skriva á booking@hotelskalavik.fo

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum. 

 

Prísir fyri hvønn

Vaksin: kr. 499 

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg á

34 59 00

    Frásøgn

    B36 á venjingarlegu á Hotel Skálavík

    Vit í B36 høvdu ein super túr á Hotel Skálavík í februar 2017. Hotellið er deiliga rúmligt, reint og hevur nógvar møguleikar og hentleikar, ið ger at hotellið egnar seg væl til samsjóving og venjing, ið var endamálið við ferðini. Hotellið hevur eina stóra høll, heitan pott, grill smáttur og eitt stórt fundarhøli, ið vit brúktu leygardagin.

    Starvsfólkini á hotellinum eru sera kundavinarlig, jalig og fleksibul og tískil var tað lætt hjá okkum at flyta ávísar tíðir og gera smávegis broytingar tá ið tørvur var á tí. 

    Tá 25 ítróttarfólk skulu eta í senn, var maturin tíverri ov skjótt uppi, hettar førdi við sær at vit máttu bíða eina løtu til fylt var upp aftur, hettar var tó ikki nakað sum ávirkaði okkum stórvegis og starvsfólk gjørdi sítt til at loysa trupulleikan, soleiðis at vit ikki vóru ov nógv ávirkað av tí. 

    Ítróttarhøllin á Sandi er ótrúliga góð og hentleikarnir har gjørdu sítt til at vit fingu tað burturúr ið vit høvdu ætla okkum. 

    Samanumtikið ein frálíkur túrur, ið vit heilt víst ynskja at gera eina aðru ferð aftur.

    Vinarliga 

    Jákup á Borg

    Frásøgn

    Venjingarlega á Hotel Skálavík

    Vikuskiftið 11. - 13. september 2015 vóru tvey lið frá bestu mansdeildini í hondbólti, H71 og Kyndil, á venjingarlegu á Hotel Skálavík.

    Liðini komu suður fríggjadag seinnapart, har venjing og ein góð máltíð var á skránni. Venjingarnar vóru í stásiligu høllini á Sandi. Fundarhølini vóru væl brúkt, og ikki somuleiðis heiti uttandura potturin var væl brúktur aftaná hørðu venjingarnar. Sunnudagin vóru dystir á skránni, har eisini KÍF var komið suður at spæla dyst. Tríggir dystir vóru spældir millum ávikast H71, Kyndil og KÍF.

    ”Hatta verður gjørt aftur! Har vóru allir hentleikar eitt lið hevur tørv á, alt frá hentleikum til leikarafundir, til fjølbroyttar máltíðir, til stuttleika við eitt nú heita pottinum og útferð um kvøldið. Høllin á Sandi er ein framúr góð høll, og hevði allar hentleikar vit høvdu tørv á til venjingar og dystir. At vit vóru fjarskotin frá gerandisdegnum var bara eitt pluss fyri samanhaldið.”

    - Julian Johansen, venjari hjá Kyndli.