Tlf.
30 92 80

Skálavík Kamping

Smyril Line - Skálavík Kamping

Skálavík Kamping

Vit bjóða kamping uttanfyri Hotel Skálavík, har pláss er fyri 15 kampingvognum

Við hotellinum sum nærmasti granni, kunnu vit veita vissu fyri at umstøðurnar eru í lagi. Har er ein stór høll við ymiskum hentleikum, so sum hoppiborgir, borðtennis og fótbóltsmál til børnini at stuttleika sær við. Ynskja tit vælveru kunnu tit gera tykkum dælt av okkara heita uttandura potti, sum hevur pláss fyri 7 fólkum.

Tit hava atgongd til vatn, el (plug in), brúsu og wc. Møguligt er at tøma kummuna á staðnum. 

Sandoyggin bjóðar ferðandi eina ørgrynnu av upplivingum, vakrari náttúru, søguligum støðum og hugnaligum bygdum. Av Sandi ber til at sleppa til Skúvoyar við Sildberanum, har til ber at síggja Sigmundarstein og Rannvátoftir.

Akfør yvir 7 m. og hægri enn 1,90m. skulu bíleggja pláss umborð á Teistanum á tel. +298 29 31 03.

 

Prísur fyri kamping

 

Húsvognur fyri ein dag:

kr. 250 

 

Íroknað:
  • Baðirúm á hotellinum
  • Internet
  • Vatn
  • El (plug in)
  • Møguligt verður at tøma kummuna á staðnum
Møgulig tilkeyp:
  • Handklæði kr. 25 fyri hvørt
  • Turkitrumla kr. 30 fyri hvørja ferð
  • Vaskimaskina kr. 30 fyri hvørja ferð
  • Morgunmatur kr. 75

Ring og bílegg á

30 92 80

Heitur pottur

Heitur pottur

Prísur fyri pottin í 45 min. einans kr. 250. Prísur fyri ikki gistandi gestir kr. 399 (ikki gistandi kunnu bert bíleggja pott sama dag). Les meira her.

Heitur pottur
Súkklur til leigu

Súkklur til leigu

Prísur fyri 3 tímar kr. 99. Eyka tími kr. 49. Tá ið súkklurnar verða leigaðar mugu 500 kr. rindast í depositum.
 

Melda til tíðindabræv

Hevur tú spurningar?

  • Høvuðsnummar: 30 92 80
  • booking@hotelskalavik.fo
  • Facebook