Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32
Smyril Line - Grillsmáttur o.a.

Grillsmáttur o.a.

Grill og hugni í øllum veðri

Fyri at gera uppihaldið á Hotel Skálavík enn meira spennandi mæla vit tykkum til at royna okkara hugnaligu grillsmáttur íroknað vælsmakkandi og dygdargóðar grillpakkar, sum innihalda ymiskt leskiligt.

Vit hava tríggjar grillsmáttur úti á fløtuni, har hvør smátta rúmar upp í 14 fólk. Mitt í smáttuni er ein grill, har benkur eru rundan um, soleiðis at øll kunnu sita rundan um og fáa sær okkurt leskiligt.

Leiga av grillsmáttu er altíð íroknað grillpakka. Maturin verður borin út í grillsmáttuna, har tit grilla matin sjálvi. Afturvið matinum fáa tit kips, salat og sós. Grillkol og borðbúnaður er eisini íroknað prísinum.

Grillpakkar skulu bíleggjast saman við grillsmáttu gerandisdagar millum kl. 08:00 - 16:00, tó í seinasta lagi 2 dagar áðrenn komu.

Tit kunnu leiga grillsmáttu hesar tíðir: 

kl. 14.00 til 16.00
kl. 17.00 til 19.00
kl. 20.00 til 22.00

Legg til merkis, at tað er bannað at takað egnar drekkivørur við í Grillsmáttuna. Til ber at keypa drekkivørur í móttøkuni á hotellinum. Um hesar treytir ikki verða hildnar, loyva vit okkum at takað drekki vørurnar frá fólki, ella heita á fólk at fara úr smáttuni. 

 

Leiga av grillsmáttum uttan gisting

Um tit ikki gista á Hotel Skálavík, men ynskja at bíleggja grillsmáttur, so kann tað gerast dagin fyri tit ynskja at grilla. 

 

Grillpakki til 4 fólk

 

Vanligur: kr. 998

  • Grillsmátta
  • 4 Burgarar á 113 gr
  • 4 Grillpylsur
  • 4 Búffar (tjúkksteik) 150 gr
  • 4 Burgarabollar
  • Afturvið matinum fáa tit kips, salat og sós. 

Tilhoyrspakki til 4 fólk kr. 50. Tilhoyrspakkin inniheldur: Ketjup, sinnop, remuladu, leyk og thousand Island dressing.

Eru tit fleiri enn 4 fólk í grillsmáttuni, ber til at keypa eyka mat og tilhoyr fyri kr. 149 fyri hvønn.

 

Pluss: kr. 1.198 

  • Grillsmátta
  • 4 Búffar (tjúkksteik) 150 gr
  • 4 Grillpylsur
  • 4 Kryddaðar høsnarungabringur 600 gr
  • Afturvið matinum fáa tit kips, salat og sós. 

Tilhoyrspakki til 4 fólk kr. 50. Tilhoyrspakkin inniheldur: Ketjup, sinnop, remuladu, leyk og thousand Island dressing.

Eru tit fleiri enn 4 fólk í grillsmáttuni, ber til at keypa eyka mat og tilhoyr fyri kr. 179 fyri hvønn.

 

Luksus: kr. 1.398 

  • Grillsmátta
  • 4 Lambssneiðir
  • 4 Búffar av rygglundum 150 gr
  • 4 Grillpylsur
  • 4 Kryddaðar høsnarungabringur 600 gr
  • Afturvið matinum fáa tit kips, salat og sós. 

Tilhoyrspakki til 4 fólk kr. 50. Tilhoyrspakkin inniheldur: Ketjup, sinnop, remuladu, leyk og thousand Island dressing.

Eru tit fleiri enn 4 fólk í grillsmáttuni, ber til at keypa eyka mat og tilhoyr fyri kr. 298 fyri hvønn.

 

Eru tit 2 fólk, ið ynskja at bíleggja grillsmáttu, er prísurin kr. 995 íroknað 2 búffar, 2 høsnarungabringur og 1 fl. húsannavín. 

Ring og bílegg á

34 59 00

    Grillsmáttur - filmur

    Heitur pottur og súkklur

    Heitur pottur og súkklur

    Heitur pottur
    Prísur fyri pottin í 1 tíma einans kr. 250. Prísur fyri ikki gistandi gestir kr. 399 (ikki gistandi kunnu bert bíleggja pott sama dag).

    Súkklur til leigu
    Prísur fyri 3 tímar kr. 99. Eyka tími kr. 49.

    Tá ið súkklurnar verða leigaðar mugu 500 kr. rindast í depositum.

    Melda til tíðindabræv

    Hevur tú spurningar?