Smyril Line - Gisting

Gisting

Ljós og góð kømur

Vit hava 22 nýmótans og vælútgjørd kømur, 5 dupultkømur og 17 familjukømur, umframt ein íbúð við trimum dupultkømrum. Í íbúðini, ið er væl hóskandi til størri familjur, vinarpør ella minni bólkar, eru tvey baðirúm, køkur, stova og egin útgongd til stóru grønu fløtuna.

Hotellið hevur góð parkeringsviðurskiftir og ókeypis WiFi.

Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er kl. 10:00.

 

Prísir íroknað morgunmat 

Einkultkamar: kr. 695

Dupultkamar:  kr. 795

Íbúð:  kr. 2.795

Eyka uppreiðing:

Barn (3-11 ár): kr. 200 / Vaksin: kr. 300

 

Ring og bílegg á

34 59 00

    • Dupultkømur

      Vit hava fimm stór og hugnalig dupultkømur. Dupultkømruni hava eina stóra dupultsong, skrivaraborð, stól, útvarp, sjónvarp, baðirúm við brúsu, handkløð og hárturkara.  Tað er møguligt at bíleggja eyka song inn í kamarið.

      Hvørt kamar kann hýsa upp í 3 fólk.

      • Dupultkømur
        DupultkømurDupultkømur ()

      • Familjukømur

        Vit hava seytjan stór og hugnalig familjukømur. Familjukømruni hava eina stóra dupultsong, tvær koyggir, skrivaraborð, stól, útvarp, sjónvarp, baðirúm við brúsu, handkløð og hárturkara. Tað er møguligt at bíleggja eyka song inn í kamarið. 

        Hvør kamar kann hýsa upp í 5 fólk.

        • Familjukømur
          FamiljukømurFamiljukømur ()

        • Íbúð

          Eitt gott høvi til størri familjur, minni bólkar ella vinarpør. Í hvørjum kamari er møguligt at hava eina eyka song. Íbúðin kann hýsa upp í 9 fólkum.

          Í íbúðini er:

          • 3 x kømur við dupultsong og flatskíggja
          • 2 x baðirúm við vesi og brúsu
          • Stór stova við sofu, stóli, flatskíggja og borðspølum
          • Køkur við borði og 6 stólum
          • Hentleikar í køkinum: Kaffimaskina, ketil, ovnur, 9 x døgurðastell
          • Handklæðir
          • Hárturkara
          • Egin inngongd
          • WiFi
          • Íbúð
            ÍbúðÍbúð ()