309280
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  

Vælkomin á Hotel Skálavík

Hotel Skálavík er eitt spennandi og mennandi stað, ið gevur íblástur til okkum øll. Við Hotel Skálavík kunnu vit bjóða eitt væl røkt, nýmótans hotell á einum av vakrastu plássum í Føroyum. Sandoyggin er heilt serlig. Her eru náttúruperlur sum Søltuvík, mentanarupplivingar sum Listasavnið á Sandi, og her er ein tann besta strondin í landinum.

Við fjølbroytna úrvalinum er Hotel Skálavík framúrskarandi karmur at hýsa familjum, pørum, starvsfólka- og skeiðsdøgum, veitslum, legum, seturskúlum, umframt at góðir yvirnáttingarmøguleikar eru. Vælumtókta hotellið er tí eitt náttúrligt val fyri virkir, stovnar, familjur og ferðafólk.


Soleiðis hava vit opið

Frá 20. oktober til 1. desember 2019 ber til at gista fríggjadag til sunnudag. Hettar tíðarskeiðið hava vit stongt frá mánadag til hósdag. 1. desember 2019 letur Hotel Skálavík aftur. 


Hotellið
Mánadag - hósdag: Stongt
Fríggjadag: 14.00 - 21.00
Leygardag & Sunnudag 08.00 - 21.00

Matstovan
Fríggjadag: 17.30 - 21.00
Leygardag & Sunnudag: 8.00 - 10.00 / 12.00 - 14.00 / 17.30 - 21.00

    Melda til tíðindabræv

    Hevur tú spurningar?

    • Høvuðsnummar: 30 92 80
    • booking@hotelskalavik.fo
    • Facebook