Høvuðsnummar
34 59 00
Matstovan
23 59 32

Vælkomin á Hotel Skálavík

Hotel Skálavík er eitt spennandi og mennandi stað, ið gevur íblástur til okkum øll. Við Hotel Skálavík kunnu vit bjóða eitt væl røkt, nýmótans hotell á einum av vakrastu plássum í Føroyum. Sandoyggin er heilt serlig. Her eru náttúruperlur sum Søltuvík, mentanarupplivingar sum Listasavnið á Sandi, og her er ein tann besta strondin í landinum.

Við fjølbroytna úrvalinum er Hotel Skálavík framúrskarandi karmur at hýsa familjum, pørum, starvsfólka- og skeiðsdøgum, veitslum, legum, seturskúlum, umframt at góðir yvirnáttingarmøguleikar eru.
Vælumtókta hotellið er tí eitt náttúrligt val fyri virkir, stovnar, familjur og ferðafólk.

Ver hjartaliga vælkomin til Skálavíkar og fá vind í seglini!